Um okkum

AT FUNDAST Í EGNUM LANDI

Viðhvørt skulu stór og lítil mál viðgerast. Viðhvørt skulu starvsfólkini fagnast. Viðhvørt skulu úrslit feirast.

Kring landið eru fundarstøð og útferðarfyriskiparar við dugnaligum starvsfólkum til reiðar at taka ímóti og gera samskipanina og karmarnar so góðar og tryggar sum gjørligt.

Tey duga at spyrja teg røttu spurningarnar áðrenn fundin. So tú veitst, at tit saman fara at fáa sum mest burturúr.

Tit fáa ein stuttligari fund og uppliving. Ein meiri viðkomandi fund. Ein fund, har øll taka lut og blanda seg. Ein fund, har tit øll eru partur av úrslitinum.

 

Fundist í egnum landi er samstarv millum Visit Faroe Islands og veitarar av ferða- og tænastuvinnuni í Føroyum.

Hava tit spurningar ella boð til okkara, ber til at finna okkum á Facebook og senda okkum eini boð har. Eisini ber til at senda boð umvegis teldupost á fundist@visitfaroeislands.com ella við at ringja á tlf. +298 666 555.

Deil