Trygg at vitja
Føroyska ferðavinnan hevur fingið eitt nýtt góðskumerki, sum á enskum hevur fingið heitið Safe to Visit.
Kanningar vísa, at tá fólk fara at ferðast aftur, fara tey at seta stór krøv til ma. reinførið og frástøðu. Hetta verður galdandi í allari ferðavinnuketuni. Frá flutningi, til hotel, til fundarstøð, til matstovur, upplivingar og annað.
Føroyska ferðavinnan tekur hetta í sera stórum álvara.
Saman við Fróðskaparsetri Føroya, Bjarna á Steig, yvirlækna, og Pál Weihe, professara, varð skipað fyri skeiði nevnt:
Corona Virus – Protection and Preventive Measures in the Tourism Industry
Stórir partar av vinnuni tóku lut og løgdu mannagongdir fyri alt teirra virksemi saman við fremstu koronuserfrøðingum í Føroyum.
Lena Lambaa, smittuverjufrøðingur, Shahin Gaini, serlækni PhD og Lars Fodgaard Møller, landslækni, undirvístu eisini á skeiðnum.
Øll virki, sum luttóku á degnum, fingu eitt góðskumerki kallað Safe to Visit og skeiðsprógv frá Fróðskaparsetri Føroya.
Mynd eftir Leit / Finnur Justinussen